Fólk í túsundatali gingu í dag mótmælisgongu í meiri enn 50 býum í Spania, har tey mótmæltu teimum almennu sparingunum, sum stjórnin hevur samtykt, og sum sambært stjórnini eru neyðugar, fyri at landið skal sleppa burtur úr skuldarkreppuni.
Sambært fjølmiðlunum vóru ikki so nógv mótmælisfólk í miðbýnum í Madrid, sum fyrirerikararnir høvdu væntað, men tað komst kanska av, at tað regnaði í spanska høvuðsstaðnum seinnapartin.
Sponsku fakfeløgini hava eggjað sínum limum at taka lut í mótmælistiltøkum teir næstu mánaðirnar fyri at sannføra landsins politisku leiðarar um, at teir eiga ikki bara at spara fyri at fáa landið úr kreppuni. Fakfeløgini halda, at politikararnir eiga eisini at stimbra búskapin fyri at skapa vøkstur.
Nýggj hagtøl vísa, at arbeiðsloysið í Spania togar í 25 prosent.