Ta seinastu tíðina hava einstaklingar og fyritøkur í Spania flutt nógvar pengar av landinum, tí tey bera ótta fyri, at landsins bankakervi skal fara fyri bakka.
Tíðindastovan Reuters skrivar úr Madrid, at netto vórðu 66 milliardir evrur ella umleið 480 milliardir krónur fluttar úr Spania í mai mánað. Tað var meiri enn tíggju ferðir so nógv sum í mai í fjør, tá nettoútflytingin var 5,5 milliardir evrur.
Teir seinastu dagarnar hava seiglívað tíðindi gingið um, at Spania fer at venda sær til Altjóða Gjaldoyragrunnin um hjálp, men higartil hava bæði stjórnin í Madrid og leiðslan í grunninum avsannað tíðindini.