Sum teir fyrstu fara veljararnir í Spania at taka støðu til ta nýggju ES-grundlógina á fólkaatkvøðu í morgin.
Meiningakanningar hava víst, at stórur meiriluti er fyri grundlógini, men tað kann gerast ein trupulleiki, at áhugin fyri fólkaatkvøðuni tykist ikki vera serliga stórur. Tí hevur José Luiz Zapatero, forsætisráðharri, eggjað fólki til at fara í valhølini í morgin. Í einari roynd at vekja áhuga fyri grundlógini hevði hann boðið týska kanslaranum, Gerhardi Schrøder, til Spania, og í einari røðu í býnum Zaragoza mælti hann fólki til at greiða atkvøðu.
Tann størsti andstøðuflokkurin, tann konservativi PP, vil ikki taka undir við ES-grundlógini, men væntandi fara fleiri konservativir veljarar kortini at atkvøða fyri henni.