Pedro Taracón Antón bleiv í 2016 fyrsti spaniólin í føroyskum fótbólti. Tá kom hann til B68. Síðani hevur hann spælt við ÍF, AB, Skála, men er nú á triðja sinni aftur á Toftum.
Hann var í fjør við at til at tryggja Skála uppflyting í Betri deildina, men hevur nú skift til B68, sum í ár megnaði at yvirliva í Betri deildini. Umframt Pedro Taracón Antón hevur B68 fingið tilgongd frá danska Sebastian Lau, meðan pólski Chris Jastrzembski er givin.
35 ára gamli verjuspælarin er giftur Juliu Taracón Clementsen og býr á Toftum.











