Spania vóru ov sterkir - U17 landsliðið tapti við fimm málum

Føroyska U17 manslandsliðið tapti 17-22 fyri Spania í tí fjórða dystinum í bólki D

Mynd: HSF

So gekk ikki longur hjá føroyska U17 manslandsliðnum í hondbólti.

 

Í fjórða dystinum í bólki D í European Open kappingini í Göteborg var føroyska liðið fyri tapi.

 

Spania vann dystin 22-17 eftir at hava verið á odda 12-10 í steðginum. Spania vinnur tí bólk D við fullum stigatali, átta stigum.

 

Ísrael og Føroyar enda bæði á fimm stigum, men Ísrael hevur betur málúrtøku og er tí nummar tvey í bólkinum. Aftast í bólkinum eru Niðurlond og Finnland við einum stigi hvør.

 

Jákup Egholm gjørdist toppskjútti hjá Føroyum við sjey málum. Jákup hevur skotið 28 mál í kappingini higartil. 

 

Málskjúttar: Jákup Egholm 7, Magnus Árason 4, Rúnar Hammer 3, Haraldur Karlsson 2, Jón Midjord 1. 

 

Mynd: HSF