Spania verður "reytt" á midnátt

Frá á midnátt í kvøld noyðast allir norðmenn, sum koma heim úr Spania, í sóttarhald í Noregi í tíggju dagar.

 

 

Í dag er norska stjórnin komin við nýggjum ferðaráðum og krøvum um sóttarhald, og bæði stjórnin og norska Fólkaheilsuráðið siga í dag, at norðmenn, sum koma aftur av ferð í Spania eftir midnátt í kvøld, skulu í sóttarhald.

Samstundis letur Noreg upp fyri sjey nýggjum regiónum í Svøríki.

Broyttu krøvini mótvegis ferðandi úr Spania koma eftir, at smittutølini í Spania eru vaksin seinastu vikurnar. Treytirnar, sum norska stjórnin nú hevur sett í verk, eru, at fólk, sum koma úr Spaniu til Noregs eftir eftir midnátt í kvøld, skulu í sóttarhald í 10 dagar.

Hinvegin hevur Noreg latið upp fyri Ungarn, soleiðis at fólk, sum koma haðani, ikki skulu í sóttarhald í Noregi.

Norskir miðlar skriva, at umleið 12.000 fólk úr Noregi seinastu tíðina hava hildið frí í Spaniu, og nú Spania aftur er vorðið reytt, fáa tey, sum fóru til Spania, meðan landið enn var grønt, sjúkrapengar, tá tey koma heim aftur og noyðast í sóttarhald í Noregi.

Orsøkin er, at tey, sum fóru út at ferðast, meðan landið var grønt, ikki hava brotið reglurnar.

##med2##