Spania vann Nations League finaluna aftaná brotssparkskapping

Hvørki Kroatia ella Spania megnaðu at skjóta mál í 120 minuttir, og so mátti brotssparkskapping til fyri at finna ein vinnara

 

 

 

Spania hevur vunnið Nations League á fyrsta sinni, og er saman við Fraklandi einasta liðið, ið hevur vunnið bæði HM, EM og Nations League.

 

Spania vann í finaluni í Rotterdam á Krotia aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.

 

Aftaná 120 minuttir hevði hvørki liðið megnað at skjóta mál, hóast góðir málmøguleikar vóru til bæði liðini.

 

Í brotssparkskappingini eydnaðist tað Spania at vinna 5-4 aftaná liðini høvdu skotið seks brotsspørk hvør.

 

Unai Simon í spanska málinum bjargaði tveimum brotsspørkum, ið Lovro Majer og Bruno Petkovic skutu. 

 

Aymeric Laporte hjá Spania rakti yvirleggjaran, tá hann fekk høvið at tryggja Spania sigurin aftaná fimm brotsspørk.

 

Men beint aftaná bjargaði Unai Simon brotssparkinum hjá Brunu Petkovic, og so kundi Daniel Carvajal við einum Panenka-brotssparki tryggja Spania sigurin.

 

Spania hevur nú í søguni vunnið EM tríggjar ferðir, HM eina ferð og Nations League eina ferð.

 

Krotia hevur enn sítt fyrsta heiti til góðar, men lítla landið á Balkan hevur farnu 25 árini vunnið eina HM-silvur, tvær HM-bronsur og nú silvur í Nations League. 

 

##med2##