Spania vísti tol og vann

Hóast Spania kom aftur um 1-0 í dystinum ímóti Tunesia í gjárkvøldði, var eingin panikkur í sponku leguni. Venjarin skifti tveir mans út í hálvleikinum, og annar av teimum, sum kom á vøllin, setti gongd í spanska liðið aftur. Tað var legendan Raul, sum javnaði til 1-1 stutt eftir, at hann var komin inn. Fernando Torres tók síðani yvir og gjørdi tvey mál afturat, so at Spania vann dystin 3-1. Torres er nú toppskjútti í HM-kappingini í Týsklandi.