Sponsku europameistararnir vísa eingi tekin um at seta ferðina. Teir vunnu í gjár sín 10. sigur á rað í undankappingini. Hesa ferð við imponerandi 5-2 útisigri móti Bosnia-Herzegovina. Pique, Silva, Negredo (2) og Mata stóðu fyri málunum, sum skutu Spania upp á 5-0, áðrenn heimaliðið í yvirtíðini minkaði tvær ferðir um munin. Spania vann sær soleiðis fult stigatal fyri teir 10 dystirnar í undankappingini, og eingin ivi er um, at teir teljast millum favorittarnar, tá spælt verður um HM-steypið komandi summar.










