Spania úti av OL

Hóast Spania eru europameistarar í U23 bólkinum, so eru teir slidnir út av OL kappingini í fótbólti.

 

Tað hendi í gjár, tá teir á øðrum sinni taptu í bólkaspælinum. Hesaferð var tað móti Honduras, sum vann dystin 1-0.

 

Spania skal møta Marokko í seinasta dystinum, men tað er longu greitt, at Spania ikki hevur møguleika at sleppa sær víðari í kappingini.