Myndugleikarnir í Spania hava gjørt av at senda serban Veselin Vlahovic til Bosnia, har hann er skuldsettur fyri krígsbrotsverk undir borgarakrígnum, sum vardi frá 1992 til 1995.
Veselin Vlahovic, sum vanliga verður róptur Ódjórið úr Grbavica, varð tikin í spanska býnum Alicante fyri fýra mánaðum síðani. Har hevði hann verið, síðani hann flýddi úr einum fongsli í Montenegro í 2001.
Vlahovic er skuldsettur fyri dráp, neyðtøku, ágang og fyri at hava pínt muslimar undir borgarakrígnum í Bosnia. Sambært ákærunum gjørdi hann serliga um seg í umráðnum við bosniska høvuðsstaðin, Sarajevo.
Veselin Vlahovic hevur verið til avhoyringar hjá sponsku løgregluni, og spanska blaðið El Pais skrivar, at undir avhoyringunum hevur hann viðgingið, a hann myrdi meiri enn 100 muslimar í borgarakrígnum í Bosnia.