Tríggir EM-undankappingarbólkar hava verið í dysti í kvøld. Talan er um bólkarnar C, E og G.
Tað sær einki serligt út hjá spanska landsliðnum, sum í kvøld tapti heldur óvæntað 2-1 á útivølli ímóti Slovakia. Juraj Kucka legði heimaliðið á odda í 17. minutti, og tað var ikki fyrr enn í 83. minutti, at tað eydnaðist innskifta Paco Alcácer at javna til 1-1. Gleði var tó stokkut, tí longu fýra minuttir seinni tryggjaði Miroslav Stoch ein slovakiskan 2-1-sigur, sum ger teir til oddalið í bólki C frammanfyri Spania, Ukreina og Makedonia, sum øll hava trý stig.
Svøríki var einasta norðurlandið, sum var í dysti í kvøld. Teir fingu vitjan av Russlandi. Aleksandr Kokorin legði Russland á odda longu í 10. minutti, men fýra minuttir eftir steðgin javnaði Ola Toivonen til 1-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Sebastian Larsson misnýtti brotsspark fyri Svøríki. Nevnast kann harafturat, at Zlatan Ibrahimovic ikki var við vegna skaða.
Svøríki er nú á 4. plássi í bólki G við tveimum stigum, meðan Russland, Montenegro og Eysturríki øll hava fýra stig.
Í bólki E hevði Ongland ongar trupulleikar av pinkutjóðini San Marino. Ongland vann 5-0 eftir at hava verið á odda 2-0 í hálvleikinum. Phil Jagielka, Danny Welbeck, Andros Townsend og Wayne Rooney skutu málini saman við Della Valle, ið gjørdi sjálvmál. Ongland er oddalið í bólkinum saman við Litava. Tey londini hava bæði seks stig.
Úrslit
Bólkur C:
Hvítarussland – Ukreina 0-2
Makedonia – Luksemburg 3-2
Slovakia – Spania 2-1
Bólkur E:
Ongland – San Marino 5-0
Litava – Estland 1-0
Slovenia – Sveis 1-0
Bólkur G:
Liktinstein – Montenegro 0-0
Moldova – Eysturríki 1-2
Svøríki – Russland 1-1