Tað segði forsætisráðharrin í Spania, Pedro Sánchez, í røðu í sponskum sjónvarpi í morgun.
Flóðaldan er tann ringasta í nýggjari tíð í Spania. Tú mást fara fleiri áratíggju aftur í tíðina fyri at finna eitt líknandi evropeiskt mál, har so nógv eru deyð í flóðaldu í einum landi.
Fleiri í Spania hava verið atfinningarsom móti seinu svarinum hjá myndugleikunum.
Spanska veðurstovan, Aemet, sendi týsmorgunin út eina reyða ávaring fyri Valencia.
Ikki fyrr enn seinni á degnum, eftir klokkan 20:00, ávaraði spanska neyðhjálpartænastan fólk um ikki at fara úr húsum sínum.
Ritzau/AFP











