Í Spania selja tey egg og sáð

Gamla orðatakið sigur, at neyð lærir nakna kvinnu at spinna, og í Spania hevur fíggjarlig trongstøða fingið fólk at taka heldur óvanlig stig fyri at fáa pengar til lívsins uppihald.

Eitt nú hava myndugleikarnir staðfest, at talið á kvinnum, sum lata barnleys pør fáa egg úr sær, er vaksið 30 prosent tað seinasta árið, og at talið á monnum, sum fara til sáðbankarnar at lata sáð, er vaksið nakað tað sama. Ein kvinna kann fáa upp í 1.000 evrur fyri at lata egg, og menninir fáa einar 50 evrur fyri sáð.

Men tað er ikki treytaleyst at vera egg- ella sáðgevi. Bæði kvinnur og menn skulu ígjøgnum eina umfatandi heilsukanning fyrst. Harumframt skulu kvinnur, sum lata ella selja egg, hava hormonviðgerð, og ein kvinna má ikki lata egg meiri enn seks ferðir.

Eftir teimum seinastu hagtølunum eru 5,7 milliónir fólk í Spania arbeiðsleys, og nógv teirra eru fólk á ungum árum.