Nú er greitt, at Spania og Slovenia eru tvey av liðunum í hálvfinaluni í HM-honmdbóltskappingini hjá monnum. Spania vann fyri løtu síðani sína fjórðingsfinalu ímóti Týsklandi við 28 málum ímóti 24.
Fyrri hálvleikur var sera spennandi og endaði 14-12 til Týskland. Liðini fylgdust eisini tað fyrra korterið av seinna hálvleiki, men so fóru vertirnir frá gestunum, og við stórspæli frá millum annað strikuspælaranum Aguinagalde vunnu spaniumenn at enda dystin 28-24.
Fjórðingsfinalan millum Slevenia og Russland var meiri spennandi. Í steðginum vóru slovenar á odda 14-13. Liðini fylgdust allan seinna hálvleik, tó við Slovenia frammanfyri, og soleiðis var eisini, tá tíðin fór. Tí vann Slovenia við 28 málum ímóti 27.
Danir eru júst farnir á vøllin at spæla ímóti Ungarn. Tann fjórði dysturin er ímillum Frakland og Kroatia.










