Spania og Ongland eru í HM-finaluni

HM 2023: Tað verða Spania og Ongland, sum skulu møtast í HM-finaluni hjá kvinnum

Mynd: (Scanpix) Alessia Russo hevur sett puntum við máli til 3-1

Tað verða Spania og Ongland, sum skulu møtast í HM-finaluni hjá kvinnum. Tað er greitt, eftir at Ongland í dag vann 3-1 á vertunum úr Avstralia. Spania vann í gjár 2-1 á Svøríki í einum dramatiskum enda á tí hálvfinaluni.

 

Olympiski leikvøllurin í Sydney var fullsettur til hálvfinaluna millum Avstralia og Ongland í dag. Tað vóru gestirnir, sum komu best frá byrjan og komu á odda tíggju minuttir fyri tíð, tá Ella Toone langaði bóltin upp í trýkantin.

 

Størsta brølið kom, tá Sam Kerr javnaði fyri Avstralia, sum saman við Ný Sælandi er vertur fyri HM-endaspælinum. Sam Kerr er stóra stjørnan hjá Avstralia og hon trakaði til, tá tað var brúk fyri tíð. Hon javnaði við dundurskoti.

 

Gleðin vardi tó stutt. Ongland svaraði aftur við mál frá Lauren Hemp úr Manchester City. Nú legði Avstralia nógv fyri, men tað endaði við at Alessia Russo setti punktum við máli til 3-1. Finalan verður sunnudagin.

 

##med2##

 

Mynd: (Scanpix) Alessia Russo hevur sett puntum við máli til 3-1