Tað vera Kroatia og Spania, ið møtast í finaluni í Nations League komandi sunnukvøld klokkan 19.45. Finalan verður leikt í Rotterdam.
Í kvøld leiktu Spania og Italia hálvfinalu. Yeremi Santos legði Spania á odda tá bert tríggir minuttir vóru leiktir. Bert átta minuttir seinni javnaði Ciro Immobile við einum brotssparki.
Tá bert tveir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini skoraði Joselu sigursmálið fyri Spania.
Spania fær nú høvið at vinna fyrsta heitið síðani EM-gullið í 2012, meðan Kroatia aftaná HM-silvur í 2018, og HM-bronsu í í 1998 og í 2022 kann vinna sítt fyrsta heitið.
Sunnudagin klokkan 15 spæla Italia og Niðurlond bronsudyst í Enchede.