Tað stóð nógv á hjá spaniólum, men tá samanumkom vóru verandi heims- og evropameistararnir omaná og vann 1-0. Italia vann 2-0 á Írlandi og eru somuleiðis víðari.
Spania hevði Fernando Torres við frá byrjan aftur, meðan Kroatia hevði valt at byrja uttan Nikica Jelavic. Italia gjørdi fýra broytingar. Millum annað byrjai Mario Balotelli á bonkinum. Í hansara stað kom Antonio Di Natale. Írland hevði aftur Kevin Doyle við frá byrjan fyri Simon Cox.
Fyrsta málið kom í dystinum millum Italia og ìrland. Antonio Cassano var hægstur eftir horna og stútaði móti málinum. Shay Given fekk hondina á, men bolturin sníkti seg yvir um málstrikuna áðrenn Damien Duff megnaði at sparka vekk.
Aftaná ein tíma var um reppið at Kroatia kom á odda. Eftir skjótálop kom bólturin innfyri til Ivan Rakitic, sum púra leysur stútaði móti málinum, men Iker Casillas stórbjargaði. Málið hevði sent Spania úr EM endaspælinum.
Meðan Kroatia royndi at trýsta seinastu løtuna gekk gali í hinum endanum. Innskifti Cesc Fabregas lyfti bóltin inn um verjuna til Andres Iniesta, sum tamdi bóltin og legði hann fyri føturnar á einum púra leysum Jesus Navas, ið lættliga kundi skumpa bóltin tað seinasta pettið um málstrikuna.
Um sama mundið økti Mario Balotelli til 2-0 fyri Italia. Eftir horna legði hann segði afturav og sparkaði bóltin í kassan. Sostatt er Spania víðri sum nummar eitt og Italia sum nummar tvey í bólki C.
Endaliga støðan í bólki C:
1 Spania 3 (6-1) 7
2 Italia 3 (4-2) 5
3 Kroatia 3 (4-3) 4
4 Írland 3 (1-9) 0
Italia Írland 2-0(1-0)
1-0 Antonio Cassano, 36.min
2-0 Mario Balotelli, 90.min
Italia:
Gianluigi Buffon, Federico Balzaretti, Ignazio Abate, Giorgio Chiellini (Leonardo Bonucci, 57), Andrea Barzagli, Andrea Pirlo, Thiago Motta, Daniele De Rossi, Claudio Marchisio, Antonio Di Natale (Mario Balotelli, 75), Antonio Cassano (Alessandro Diamanti, 63)
Írland:
Shay Given, Richard Dunne, Sean St Ledger, Stephen Ward, John O'Shea, Keith Andrews, Damien Duff, Aiden McGeady (Shane Long, 65), Glenn Whelan, Kevin Doyle (Jonathan Walters, 76), Robbie Keane (Simon Cox, 86)
Kroatia Spania 0-1 (0-0)
0-1 Jesus Navas, 88.min
Kroatia:
Stipe Pletikosa, Danijel Pranjic (Ivan Perisic, 65), Gordon Schildenfeld, Ivan Strinic, Vedran Corluka, Domagoj Vida (Nikica Jelavic, 66), Ivan Rakitic, Darijo Srna, Luka Modric, Ognjen Vukojevic (Eduardo, 81), Mario Mandzukic
Spania:
Iker Casillas, Sergio Ramos, Álvaro Arbeloa, Gerard Piqué, Jordi Alba, Xabi Alonso, Andrés Iniesta, Sergio Busquets, David Silva (Francesc Fábregas, 73), Xavi (Álvaro Negredo, 89), Fernando Torres (Jesús Navas, 61)