Spania og Holland byrjaðu við sigrum

Tveir dystir hava verið í U21 endaspælinum í Ísrael í gjár. Spania vann 1-0 á Russlandi, meðan Holland vann 3-2 á Týsklandi. Í báðum dystunum fall avgerðin seint í dystinum. Spania skoraði átta minuttir fyri tíð, meðan Holland skoraði í evstu løtu.

 

Eitt spanskt lið við nógvum stjørnum hevði hóast yvirvág í spælinum og málmøguleikum trupult við at fáa hol á. Russiska liðið vardi væl og tað var ikki fyrr enn átta minuttir fyri tíð, at Spania endiliga skoraði. Barcelona miðvallarin, Thiago Alcántara sendi eitt fríspark innfyri. Har var Álvaro Morata hægstur og skoraði einsamalla málið í dystinum.

 

Spanski U21 landsliðsvenjarin var fegin um sigurin, men var mest glaður fyri mentalu styrkina, ið hansara spælara vístu við at halda fram við at leypa á, hóast tað ikki gav úrslit fyrr enn móti endanum.

 

Í hinum dystinum í bólki B komu heili fimm mál. Týski málverjin tóktist hava trupulleikar av lætta bóltinum og átti lut í bæði 1-0 og 2-0 málinum hjá Hollandi. Týskland minkaði um munin við brotssparki, árðenn Tottenham miðvallarin, Lewis Holtby, tíggju minuttir fyri tíð javnaði við skoti uttanfyri brotsteigin. Holland vann dystin í evstu løtu, tá innskifti Leroy Fer stútaði eitt hornaspark í málið til 3-2.

 

Spania og Holland hava fult stigatal í bólki B, meðan Russland og Týskland einki stig hava.

 

Spania – Russland 1-0(0-0)

1-0 Álvaro Morata, 82

Spania:

(4-2-3-1)

David De Gea - Martin Montoya, Marc Bartra, Berridi Inigo Martinez, Hector Moreno - Asier Illarramendi, Thiago Alcántara(liðsk) - Iker Muniaín(Álvaro Morata, 63.min), Isco, Cristian Tello(Koke, 85.min) – Rodrigo(Sergio Canales, 77.min)

Russland:

(4-3-3)

Nikolai Zabolotny - Nikita Chicherin, Taras Burlak, Maksim Belyaev, Georgi Shchennikov - Ibragim Callagov(Yuri Kirilov, 80.min), Sergei Petrov, Oleg Shatov - Shota Bibilov(Maksim Grigorev, 46.min), Denis Dmitriyevich Cheryshev(Maksim Kanunnikov, 58.min), Pavel Yakovlev

 

Holland – Týskland 3-2(2-0)

1-0 Adam Maher, 24

2-0 Georgino Wijnaldum, 38

2-1 Rudy Midfield, 47 br

2-2 Lewis Holtby, 81

3-2 Leroy Fer, 90

Holland:

(4-3-3)

Jeroen Zoet - Ricardo Van Rhijn, Stefan de Vrij, Bruno Martins Indi, Daley Blind - Kevin Strootman, Adam Maher(Leroy Fer, 82.min), Marco van Ginkel - Georgino Wijnaldum(Florian Jozefzoon, 68.min), Luuk de Jong, Ola John(Memphis Depay, 82.min)

Týskland:

(4-2-3-1)

Bernd Leno - Tony Jantschke, Stefan Thesker, Matthias Ginter, Oliver Sorg - Rudy Midfield, Sebastian Rode(Sebastian Polter, 80.min) - Patrick Herrmann, Lewis Holtby, Peniel Kokou Mlapa(Kevin Volland, 40.min) - Pierre-Michel Lasogga(Christian Clemens, 61.min)

Bólkur B:

1. Holland 3

2. Spania 3

3. Týskland 0

4. Russland 0