Spania noyddist heim

heim
Eftir eitt sera spennandi endaumfar í bólki A, er tað nú greitt, at Spania noyðiast at fara til hús, meðan portugisisku vertirnir framvegis eru við í kappingini, eftir at Portugal vann slagið um Iberisku hálvoynna sunnukvøldið.

Uppgávan hjá bæði Spania og Portugal var greið undan innanhýsis dystinum, tí vinnandi liðið var tryggjað luttøku í fjórðingsfinalunum. Møguleikin fyri at bæði liðini komu víðari var eisini til staðar, men tað kravdi, at grikkar taptu við tveimum málum, samstundis sum at Portugal vann.

Heimaliðið trýsti óført
Fyrsti hálvleikur av dystinum millum Portugal og Spania á Estadio Jose Alvalade í Lissabon var fyri tað mesta eitt stórt trýst á málið hjá Spania, og Real Madrid-málverjin, Iker Casillas, í spanska málinum hevði úr at gera. Serliga vóru tað teir báðir, Christiano Ronaldo úr Manchester United, ið hesaferð var við frá byrjan, og so veteranurin Luis Figo, ið gingu á odda. Einsamalli framherjin hjá Portugal, Pauletta, hevði tó ikki ein serliga hepnan dag, og tað var væl skiljandi, at hann bleiv skiftur út í steðginum til fyrimuns fyri Nuno Gomes. Hesin sami Nuno Gomes brúkti heldur ikki langa tíð um at gera vart við seg, tí longu tá ið tólv minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. legði hann Portugal á odda, tá ið hann sendi bóltin framvið Casillas.
Spaniólar royndu alt tað, ið teir vóru mentir at fáa javnað, men hvørki Raul ella Fernando Torres úr Atletico Madrid, høvdu innstillað kanónina, og tað var undrunarvert, at tað gekk so long tíð, áðrenn Fernando Morientes var sendur á vøllin. Stóra trýstið hjá spaniólum gav einki úrslit, og heldur var tað í hinum endanum, at tað var nær við at mál kom. Millum annað hevði Costinha hjá Portugal eina risa møguleika stutt fyri leiklok, men fyri opnum máli stútaði hann upp um.

Russar fingu stig
Í hinum dystinum í bólkinum hittust Russland og Grikkaland. Russarnir vóru longu útslignir, meðan grikkar vóru teir, ið høvdu besta møguleikan fyri at fara víðari í fjórðingsfinalurnar undan seinasta umfarinum. Russarnir góvu tó grikkum ein ordans hvøkk, tí tað gekk ikki meiri enn ein minuttir, so løgdu teir seg á odda við einum máli, sum Dmitrij Kirichenko skoraði. Grikska verjan var als ikki vakin fyrstu løtuna av dystinum, og tað gekk heldur ikki long tíð, so øktu russar um leiðsluna. Dimitry Bulykin slapp fullkomiliga ótarnaður at skalla bóltin í mál, og so var 2-0 til Russland, og grikkar vóru enn ikki komnir úr startholunum.
Áskoðararnir til dystin millum Russland og Grikkaland vóru vitnir til ein dyst, har ferðin var øgiliga, og bæði liðini satsaðu so at siga bara upp á álop, og málmøguleikarnir trutu ikki. Tað skal tó sigast, at áskoðararnir eisini fingu nógv dømir um, hvussu man misnýtir upplagdar málmøguleikar.
Grikkaland kom tó inn aftur í dystin stutt fyri hálvleik, tá ið Zisis Vryzas skoraði úr stuttari fjarstøðu, og tað var nóg mikið til, at grikkar komu í fjórðingsfinaluna, og tað var tað neyvan nakar, ið hevði gitt undan EM-endaspælinum.

Enn eitt vónbrót fyri spaniólar
Tað tykist sum um, at tað er við at gerast ein siðvenja, at spanska landsliðið ikki megnar at liva upp til tað, ið fólk vænta av teimum, tá ið tað kemur til endaspøl. Seinastu mongu árini hevur spaniólar verið fastir fúsir til bæði HM- og EM-endaspøl, og ofta hava teir verið mettir millum favorittarnar til at vinna kappingarnar. Tað hevur tó aldrin gingið teimum eftir vild, og teir hava verið noyddir til at fara vónbrotnir heimaftur. Sagt verður mangan, at spanska kappingin er tann sterkasta í heiminum, og tískil áttu spaniólar at havt nógvar sterkar leikarar, men profilar so sum Raul, Fernando Morientes og Ruben Baraja hava als ikki víst, hvat teir kunna undir hesum EM-endaspælinum. Nú kunnu spaniólar so fara heim aftur og fara undir fyrireikingarnar til kvalifikatiónina til HM-endaspælið í 2006.

Portugal-Spania 1-0 (0-0)
1-0 Nuno Gomes

Russland-Grikkaland 2-1 (2-1)
1-0 Dmitrij Kirichenko
2-0 Dimitry Bulykin
2-1 Zisis Vryzas