Spania krevur atgongd í Írlandi

Spania:

Reiðaríir í Spaniu streingja nú meira á til tess at sleppa at fiska í sonevnda "írska kassanum".
Írska stjórnin hevur higartil noktað Spaniu atgongd til hesar leiðir, hóast bæði londini eru limir í ES. Spaniumenn halda, at hetta stríðir ímóti ES-reglunum.
 Spaniumenn eru serliga áhugaðir í "írska kassanum", sum liggur úr 12 og út á 50 fjórðingar úr írsku strondini.
 Krøvini hjá spaniumonnum eru vorðin meira treingjandi, nú fiskivinnan í landinum eisini verður rakt av skerjingum í Norðsjónum og aðrastaðni í Norðuratlantshavi.
 ES mælir til, at írsku myndugleikarnir taka upp samráðingar við myndugleikarnar í Spaniu.
 Sum skilst, hava tíðindini um sponsku krøvini, loypt øði í írsku fiskimenninar, sum ikki vilja hava sponsk skip í írskan sjógv.