Spania vann fyri løtu síðani 31-26 á Íslandi í millumfarinum í EM-hondbólti, og við hesum sigrinum hevur Spania vunnið sær pláss í hálvfinaluni. Hinvegin merkir úrslitið, at íslendingar mistu tann seinasta møguleikan at sleppa víðari í kappingini.
Dysturin millum Spania og Ísland vísti, at spanska liðið er eitt gott boð uðð á meistaraheitið. Longu frá byrjanini løgdu teir seg sjey mál fram um íslendingar, og hóast íslendingar komu betur við seinni, bleiv munurin ongantíð minni enn trý mál.
Um eina løtu fara Frakland og Kroatia á vøllin í Novi Sad. Hetta verður uttan iva ein spennandi dystur, tí hann er avgerandi fyri bæði liðið, tó serliga Frakland, sum skal vinna fyri at varðveita vónina um at sleppa í hálvfinaluna.
Undan hesum dystinum er støðan tann, at Spania hevur 7 stig, Kroatia 4, Ungarn 3 og Ísland, Slovenia og Frakland hvørt síni tvey.










