Spania er greiður favorittur til at vinna U19-finaluna á Føroyum

Her eru oddsini hjá sjey altjóða veddingarfyritøkum

Sjálvt um tað stóð á gomlum nøglum hjá spanska U19-kvinnulandsliðnum hjá Spania at sigra 29-28 (13-16) á Føroyum í bólkaspælinum, so eru sponsku kvinnurnar greiður favorittur til at vinna á Føroyum í U19 EHF Championship-finaluni, ið verður leikt seinnapartin klokkan 15 í dag.

 

Sjey altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hava Spania sum ein greiðan favoritt.

 

Oddsini upp á sigur til Spania liggja millum 1,30 og 1,37. 

 

Oddsini upp á sigur til Føroyar liggja millum 3,80 og 4,20.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##