Spania vann í kvøld 4-2 á Italia í finaluni og er EM vinnari av U21 kappingini. Barcelona miðvallarin og liðskiparin á spanska U21 landsliðnum, Thiago Alcantara, skoraði hattrick.
Thiago legði Spania á odda longu eftir seks minttir, tá hann stútaði eitt innlegg í mál. Løtu seinni javnaði Ciro Immobile fyri Italia, sum miðskeiðis í fyrra hálvleiki hevði ein stóran møguleika at leggja seg á odda.
Tað endaði við, at Spania skoraði løtu seinni og aftur var tað Thiago, sum skoraði. Stutt fyri hálvleik fekk Spania brotsspark, sum Thiago sendi í málið. Í seina hálvleiki økti Isco upp á enn eitt brotsspark, áðrenn Fabio Borini minkaði um munin til endaliga úrslitið 4-2.
Hetta er aðru ferð upp í slag, at Spania vinnur kappingina fyri U21 landslið. Spania er nú HM og EM vinnari, og vinnari av U21 og U19 í landsliðsfótbólti.
U21 EM finalan:
Spania Italia 4-2(3-1)
1-0 Thiago, 6
1-1 Ciro Immobile, 10
2-1 Thiago, 31
3-1 Thiago, 38 br
4-1 Isco, 66
4-2 Fabio Borini, 79
Mynd: Thiago(t.v) og Christian Tello fegnast eftir at Spania hevur skorað.










