Spania droppar Torres

Fernando Torres er ikki úttikin til spanska landsliðið, sum næstum skal spæla venjingardyst móti Venesuela. Fernando Torres gjørdist fyri einum ári síðani dýrasti leikarin í bretsku søguni, men tað hevur ikki gingið sum ætla hjá spaniólanum í Chelsea.

 

Eina hálva milliard krónur. Tað kostaði Fernando Torres, tá Chelsea 31. januar 2011 keypti spanska framherjan frá Liverpool. Chelsea eigarin, Roman Abramovic, betaldi sjálvur fyri gildið. Tíverri fyri hann og Fernando Torres so hevur skiftið fyribils ikki víst seg at verið pengarnar vert.

 

27-ára gamli framherjin hevur spælt 47 dystir fyri Chelsea, men tað eru bara blivin til fimm mál. Í vikuni sat Fernando Torres á bonkinum allan dystin, tá Chelsea tapti 3-1 fyri Napoli í Champions League. Ein av høvðusorsøkunum til at hann skifti til Chelsea var fyri at sleppa at spæla Champions League fótbólt.

 

Í dag hevur spanski landsliðsvenjarin, Vicent Del Bosque, kunngjørt liðið, ið skal spæla móti Venesuela. Á listanum eru fleiri framherjar, men ongin Fernando Torres.

 

- Vit seta stóran prís upp á Fernando Torres og tað pínur meg at seta hann uttanfyri, men eg má úttaka leikarar, ið spæla væl, sigur Vicent Del Bosque sambært The Telegraph.

 

Seinast Fernando Torres skoraði fyri Chelsea í Premier League var fyri næstan einum hálvum árið síðani, tá Chelsea 24. septembur vann 4-1 á Swansea.

 

Eisini fyribilsvenjarin hjá Onglandi, Stuart Pearce, hevur valt at lata eina Chelsea stjørnu sita uttanfyri. Hann valdi ikki at taka Frank Lampard við, men legði dent á at hann vildi síggja nýggjar leikarar. So er spurningurin um tað er sama støðan hjá Vicent Del Bosque.