Tað vóru tveir av favorittunum, sum fóru á vøllin í EM-hondbóltskappingini í kvøld, tá Kroatia og Spania møttust í millumumfarinum í bólki 2. Frammanundan varð roknað við einum spennandi dysti, tí hvørki av liðunum hevði tapt nakran dyst undan hesum. Men aftan á dystin var tað ein sannroynd, at Kroatia hevði tapt sín fyrsta dyst, meðan spaniumenn halda beina kós í hálvfinaluna.
Dysturin endaði 24-22 til spaniumenn. Tað var annars Kroatia, sum var á odda 14-11 í hálvleikinum, og tað komst serliga av, at spaniumenn høvdu stórar trupulleikar við kroatisku verjuni. Men í seinna hálvleiki mistu kroatarnir takið, og tað ger einki lið ósektað, tá mótstøðuliðið eitur Spania.
Spania er nú á odda í bólki 2 við fimm stigum, Kroatia hevur fýra, Ungarn 3, og Ísland, Slovenia og Frakland hava tvey í part.










