Spania bankaði Argentina av

Spania tykist vera í góðum formi til HM-endaspælið í summar

Tað styttist alsamt til HM-endaspælið í Russlandi í summar, og í tí sambandi hava ein rúgva av londum hesa seinastu vikuna spælt venjingardystir fyri at fyrireika seg til endaspælið.

 

Og skal útgangsstøðið takast í teimum venjingardystunum, ber til at siga, at tað longu nú eru ávísir favorittar til HM. Í øllum førum tykist Spania vera ógvuliga væl fyri. Í kvøld vunnu spaniólar sannførandi 6-1 sigur ímóti Argentina, ið mong meta sum ein annan favoritt til HM-endaspælið.

 

Sigast skal tó at Lionel Messi millum ikki var við á argentinska liðnum í kvøld, og at bæði liðini skiftu eina rúgvu av leikarum gjøgnum dystin.

 

Av øðrum dystum spældu Ongland og Italia í kvøld 1-1 javnleik, har Ongland serliga í fyrra hálvleiki var greitt omaná leikliga. Í seinna hálvleiki eydnaðist tað Italia at skora, tá dómarin dømdi eitt heldur umstrítt brotsspark, ið var dømt eftir nýggju VAR (Video Assistant Referee) skipanini.

 

Tvey norðurlond hava eisini verið í dysti í kvøld. Danmark tók í Aalborg ímóti Kili í einum dysti sum endaði 0-0, og Svøríki spældi á útivølli í Rumenia í einum dysti sum Rumenia vann 1-0. Í nátt skal Ísland eisini spæla landsdyst. Ísland spælir í New Jersey móti Peru. Tann dysturin byrjar klokkan 01:00 í nátt.