OL
Talan var um eina sera dramatiska finalu, tá kappsiglingin í 49’er-flokkinum varð avgjørd í gjáramorgunin.
Danski báturin lá væl fyri undan finaluni, men stutt undan startinum brotnaði masturin á bátinum, og so vóru góð ráð dýr.
Boðini til teir báðar, Jonas Warrer og Martin Kirketerp, vórðu, at teir skuldu fara í holt við at “stjala” ein annan bát. Áðrenn starturin fekk, høvdu donsku leiðararnir tó fingið loyvi frá kroatum at læna teirra bát, og fagnaðurin var ovurstórur, tá donsku sjómenninir komu inn sum nummar sjey, meðan argastu kappingarneytarnir ein fyri og annar eftir máttu lúta í ófantaliga veðrinum, sum gjørdi um seg.
Spania, sum vann silvur, gjørdi av at kæra, tí danir altso sigldu í kroatiska bátinum, men tann kæran varð í fyrsta umfari avvíst, og sjálvir søgdu sponsku sjómenninir, at teir vóru væl nøgdir við silvurið.
Men tað hevur so ikki steðgað spaniólum í at senda enn eina kæru inn. Hesa ferð er kæran send altjóða ítróttardómstólinum, CAS.
- Um CAS velur at gera nakað við málið, skulu tey fyrst gera av, um dómsnevndin í OL hevur fylgt áløgdu mannagongdunum. Hevur nevndin ikki tað, kann CAS velja at ógylda danska sigurin. Men tað meta vit vera ógvuliga ósannlíkt, sigur Jesper Frigast Larsen, sum er leiðari hjá donsku OL-nevndini, við Ekstra Blaðið.
Jesper Frigast Larsen leggur afturat, at skuldi tað hent, at spaniólar vinna málið hjá CAS, merkir hetta eisini, at stílast skal fyri nýggjari heiðursmerkjahandan.










