Spaniólar vænta ein harðan dyst

Í kvøld skulu danir spæla sín næsta dyst í millumbólki 2, og mótstøðan er hørð.

Her bíða heimsmeistararnir úr Spania, sum hava vunnið allar sínar dystir higartil. Spaniólarnir siga, at teir vænta ein sera harðan dyst ímóti Danmark. – Teir hava eitt sera gott lið, og eg vænti, at dysturin verður minst líka harður, sum dysturin ímóti Russlandi í gjár, segði heimsklassamálverjin David Barrufet við tv2.dk, og Iker Romero tók undir við honum. – Danmark hevur klassaspælarar á øllum plássum, og teir blíva bara betri og betri, sum kappingin líður.