SPAM

Brúkarasamrakið
???????????????
Nakað, ið øll fáa, men eingin vil hava. Soleiðis er tað eisini við hesi krúddaðu skinkuni, ið síðani annan heimsbardaga nógvastaðni hevur verðið nýttur sum hernaðarmatur. Serliga kent gjørdist navnið tá Monty Python gjørdi ein lítlan leik um evnið. Í dag verður SPAM vanliga eisini brúkt um óumbiðnar teldupostar.
At senda slíkar postar er farið at vinda alsamt meira uppá seg. Hjá summum kunnu teir koma í so stórum tali, at teldupostadressan gert ónýtilig. Serliga óheppi er tað, um alt ov ung fólk fáa sendandi óhóskandi tilboð.
Tað er ringt at meta um, hvussu nógv av samlaða teldupostsamskiftinum er SPAM, men at siga, at tað er umleið helvtin, er ikki so langt av leið. Og tað økist skjótt. Hvussu ber tað so til, at onkur tímur at sita og senda hesar postar í hópatali. Tað er tað ikki so ringt at finna útav. Um tú sendur 50.000.000 postar um dagin, og eini 4% keypa okkurt, verður vinningurin ovurstórur.
Enntá fyri nær um einki at gera til nyttu. Men tað situr ikki einans onkur hissini teldunørdur aftan fyri allan hendan postin. Talan er hinvegin um sera væl skipað brotsmanna-lið, ið virka um allan heimin. Tey eru so sanniliga í fremstu røð, tá tað snýr seg um nýmenning. Og við at svara uppá postin á ein ella annan hátt stuðlar tú hesum brotsmannaliðum. Lat tí vera.
Ein stór foring fyri arbeiðinum ímóti SPAM er USA. Meðan ES lóggáva sigur, at tú skalt hava givið loyvi til at fáa sendandi óumbiðnan post, so skalt tú í USA boða sendaranum frá, um tú ikki ynskir at móttaka meira post. Tað vil siga, at í Evropa skalt tú melda til, meðan í USA skalt tú melda frá. Og tíanverri hevur restin av heiminum hug at fylgja USA.
Tað ber til at gera sítt fyri at sleppa undan SPAM postum. Fyrst og fremst er umráðandi, at telduposturin ikki av sær sjálvum verður latin upp á telduni. Í Outlook DK verður hetta gjørt undir Vis$?$end$!$Layout. Nú ber til at stýra, hvør postur verður latin upp og ikki. Allur teldupostur, ið tú ikki kennist við, skal alt fyri eitt strikast. Um SPAM postur verður latin upp, er møguleiki fyri, at hesin hevur onkra slóð til teirra heimasíðu, har løgna navnið á slóðini merkir tín teldupost bústaður, og sostætt ber teimum boð um, at tú ert til. Meira týdningarmikið er tað, at tú á ongan hátt svarar postinum. Hevur tú fyrst svarað, eisini um tú biðjur um at verða strikaður úr teirra telduskrá, vita Spammararnir at tú ert til, og flyta teg í eina serliga premium skrá.
Hetta førir við sær, at tú við tíðini fært fleiri og fleiri Spam postar. Sum ein eyka vernd er gott við einum verjugarði, á enskum firewall, og einum serligum forriti at steðga SPAM posti, á enskum antiSPAM. Tað finnast nógv góð forrit á alnótini, bæði ókeypis og til keyps. Ein verjugarður tryggjar tær, at spammarar ikki nýta tína teldu sum støð at senda SPAM frá. SPAM forritini steðga og/ella strika SPAM.