Fótbóltur
Talan gjørdist ongan tíð um væntaða brakið í Gundadali sunnudagin. Talan var um tvey av liðunum, sum ætlandi skulu gera um seg í oddinum í ár, og mett eftir internu uppgerðunum í fjør, so kundi væl verið, at Víkingarnir aftur skuldu herja á Gundadal.
Men fyri tað nógva vóru gestirnir alt ov tamir, til at talan veruliga skuldi gerast um nakað brak í Gundadali. Mest av øllum tóktust teir hjá Víkingi ivast í, um teir bara skuldu bíða og dúva upp á kontraálop, ella um teir skuldu niðan at trýsta HB.
Heimaliðið royndi hinvegin at fáa gongd á sítt vanliga pasningsspæl, og tá Víkingur støðugt ivaðir, hvør teirra leiklutur í dystinum skuldi verða, vóru teir støðugt fangaðir á skeiva beininum, og komu tí støðugt at renna aftan á HB.
Talan varð tí fyri tað nógva um einvegis ferðslu, og hóast talan sjáldan gjørdist um teir opnu møguleikarnar, so lá eitt mál til heimaliðið alla tíðina í luftini. Og tað gjørdist eisini veruleiki, tá ein aktobatisk saksaspars-roynd endaði hjá einum leysum Fróða Benjaminsen, sum ikki hevði stórvegis trupulleikar við at pota í netið.
Tað gav eitt sindur meira bit í álopsspælið hjá Víkingi, at Finnur Justinussen og Andreas Lava býttu um pláss, men sjáldan gjørdist talan um veruligar møguleikar. Tann einasta av slagnum fyri steðgin fingu teir á hálva tímanum, men tað boðar frá effektiviteti, at mál spurdist burturúr.
Ov lítið ov seint
Eftir steðgin var myndin fyri tað nógva tann sama. Hesa ferð kom HB heilt skjótt á odda, tá ein aftur sera sjónligur Milan Kuljic gjørdi sær dælt av skógarútferð hjá Geza Turi, og eftir hetta hevði HB fyri tað nógva tamarhald á.
Seinasta góða korterið av dystinum stóð tó hampuliga nógv á hjá vertunum. Partvíst tóktist ein trífald útskifting hjá Víkingi at seta meira lív í liðið, og partvíst órógvaði tað HB meira enn gott er, at bæði Fróði Benjaminsen og Andrew av Fløtum noyddust skaddir av vøllinum.
Og tá Lava-maðurin hjá Víkingi samstundis byrjaði at øsa seg – og brúka sinnalagið rætt – gav tað fleiri vandastøður niðan móti HB-málinum. Nærmast var Súni Olsen, tá hann hevði skotroynd á stólpan, meðan Áslakur R. Petersen sendi gott skot dygst framvið. Í aðrar mátar kláraði HB við ikki altíð líka lógligum midlum at steðga gjøgnumbrotsroyndirnar hjá Lava, og so gjørdist tað at kalla ov lítið og ov seint hjá Víkingi.
Týðandi stig
Eitt tap í Gundadali er kanska eingin vanlukka hjá Víkingi, men soleiðis sum hini úrslitini lagaðu seg á degnum, er einki at ivast í, at iðranin um mistu stigini gjørdist eyka stór hjá Víkingunum. Og hóast uppgávan á útivølli móti HB altíð er ein stórur biti, so gerst iðranin neyvan minni av, at bláu eysturoyingarnir mest av øllum mugu ásanna, at teir ikki av álvara spældu fyri sínum møguleika í Gundadali.
Hjá HB hepnaðist dagurin hinvegin heilt væl. Fyrst og fremst ræður sjálvandi um at hugsa um tey stig, sum tú sjálvur kanst vinna. Men stigamissurin hjá B36 kom sum so væl við hjá HB, sum nú bert er eitt stig aftan fyri oddaliðið úr Runavík.