Spakin settur í til næmingaheimið

Ítróttaháskúlin í Suðuroynni fær nú stásiligt næmingaheim.

Í dag klokkan 15 savnaðust nógv fólk við Sandin í Vági, har hátíðarløta var, tá spakin varð settur í til næmingaheim til Ítróttaháskúlan.

 

Fyrst helt háskúlaleiðarin, Gudmundur Joensen, røðu. Hann fegnaðist um, at hesar byggiætlanir nú gerast veruleiki.

 

Honum á baki kom Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, ið umboðaði landsstýrið. Hon vísti á, at í Vági og Suðuroynni sum heild, er virkishugur, har fólk ganga undan, og ger hetta, at nógv, ið vit fyri fáum árum síðani ikki hildu fór at gerast veruleiki, nú vísir seg at bera væl til. Hon nevndi Pálshøll við 50 metra hyli og Marghøll, og so Ítróttaháskúlan, har farið varð ígongd, heldur enn at bíða, til onnur gjørdu okkurt, ella til bygningarir vóru bygdir. 

 

Johan Mortensen umboðaði Bústaðir, ið eru við í hesi byggiætlanini. Stýrisformaðurin í Bústøðum fegnaðist um hesa ætlanina, og vísti m.a. á, at Bústaðir hava samstarvað við lokalu byggifyritøkuna Norcon áður, og við góðum royndum.

 

Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, og stýrisformaður fyri ítróttaháskúlan, helt síðani røðu, har hann takkaði øllum teimum, ið hava gjørt ætlanina um ítróttaháskúla í Suðuroynni til veruleika, og teimum, ið nú taka tøk, so næmingaheim kann byggjast, og seinni eisni skúlabygningur.

 

Síðani sett Dennis Holm spakan í og loysti fyrsta flagið. Sostatt er almenni parturin av, og Norcon fer nú undir at byggja næmingaheimið, sum Kontrast Arkitektar hava teknað. Boðið varð síðani  til kaffi og køku í Garðslon.

 

Bygningurin er til 48 næmingar og fer at hava 24 dupultkømur, køk, matarsal til umleið 100 fólk, uppihaldsrúm, goymsluhøli og annað. Bygningurin fer at kosta umleið 17 milliónir krónur.

 

Síggj fleiri myndir frá hátíðarløtuni við at vitja Myndasavn ovast á in.fo forsíðuni.

 

 

##ms##