Í gár varð spakin settur í til nýggja kappróðrarneystið í Eysturkommunu. Verkætlanin, ið varð samtykt á býráðsfundi í mai í ár, er sostatt sett í gongd.
Tað var Per Martin Gregersen, borgarstjóri, sum loysti tað fyrsta flagið, sum hesaferð var úr gróti.
Arbeiði at grava og stoypa verður gjørt av Sp/f Form, og arbeiðið at byggja neystið verður gjørt av Sp/f BMT.
- Fyrsta byggistig er at inniloka tvær hæddir, soleiðis at róðrarfelagið Tindur fær húsað bátum felagsins.
Hetta verður sambært Eysturkommunu ætlandi liðugt í summar, og restin av neystinum skal byggjast í komandi ári.
- Róðrarfelagið bjóðaði kaku og kaffi, og heilt fitt av fólki var møtt til løtuna í góðveðrinum í gjár.
Róðrarfelagið Tindur hevur ment seg nógv seinastu árini.
- Nýggja neystið fer at geva felagnum betri møguleikar at mennast og veksa seg enn størri, verður lagt aftrat.
##med2##