Á myndini eru Gordon Rajani, Linjohn Christiansen, Birgir Dam Jacobsen, Finnleif Fagradal, Nikkel Petersen, og í stýrhúsinum er Palli á Lava Olsen, umsjónarmaður í Skálavík.

Spakin settur í til 20 íbúðir í Skálavík

Tað er sera stórur áhuga fyri at fáa sær íbúð í Skálavík, har verkætlanin hjá Mark er vaksin úr 10 upp í 20 íbúðir.

 

Á myndini eru Gordon Rajani, Linjohn Christiansen, Birgir Dam Jacobsen, Finnleif Fagradal, Nikkel Petersen, og í stýrhúsinum er Palli á Lava Olsen, umsjónarmaður í Skálavík.

- Bíðilistin eftir at fáa íbúð í Skálavík er so stórur, at verkætlanin er broytt úr 10 upp í 20 íbúðir - og helst verða 20 íbúðir eisini ov lítið.

 

Tað sigur Gordon Rajan, stjóri í felagnum Mark, sum fer at byggja íbúðirnar í Skálavík. 

 

Tað er ikki langt síðan, at felagið Mark og Skálavíkar kommuna skrivaðu undir eina avtalu um íbúðarbygging í Skálavík.

 

- Søgan er í stuttum hon, at vit vunnu útboðið at byggja íbúðir í Skálavík, og síðan tá hava vit arbeitt við ætlanini, sigur Gordan Rajani, stjóri, við heimasíðuna hjá Skálavíkar kommunu.

 

Íbúðirnar skulu byggjast á einum grundøki, sum er 3.730 fermetrar til víddar, og sum er lagt út til íbúðarbygging.

 

Í morgun klokkan 11 varð so spakin settur í til verkætlanina, har umboð fyri kommununa, felagið Mark og Finnleif Fagradal vóru til steðar.

 

Tað verður felagið hjá Finnleifi Fagradal á Sandi, sum kemur at gera planeringsarbeiðið.

 

Linjohn Christiansen, borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, sigur, at uppskotið er stílreint, og bygningurin við teimum 20 íbúðunum fellur væl inn í lendið og skemmir á ongan hátt umhvørvið.

 

- Hetta var ein av treytunum hjá okkum, sigur borgarstjórin. 

 

Við heimasíðuna hjá Skálavíkar kommunu sigur Gordon Rajani, at enn er ov tíðliga siga endaliga, nær tey fyrstu fólkini kunnu flyta inn, men ætlanin er at arbeiða skjótt, leggur hann aftrat.

 

Á myndini eru Gordon Rajani, Linjohn Christiansen, Birgir Dam Jacobsen, Finnleif Fagradal, Nikkel Petersen, og í stýrhúsinum er Palli á Lava Olsen, umsjónarmaður í Skálavík.