Spakin settur í fyri nýggjum skúla í Runavík

Í dag kl. 15.00 varð spakin settur í til stóru skúlaverkætlanina í Runavík.
<DPTAB>    Tað er Articon sum í kapping millum tríggjar byggifyritøkur hevur fingið arbeiðið at byggja nýggjan skúla í Runavík.
<DPTAB>    Skúlabygningurin, sum verður 4.800 m2 til víddar, hevur 18 skúlastovur umframt serstovur og aulu. Samlaði kostnaðurin fyri skúlan er slakar 82 mió. kr.
<DPTAB>    Fyrsti parturin av skúlanum, sum umfatar skúlastovurnar, skal standa liðugur um eitt ár. Tá verður gamli skúlin niðurtikin og næmingarnir flyta inn í nýggju skúlastovurnar. Samlaða byggiætlanin skal verða liðug við ársenda 2008.

Kelda: www.runavik.fo.