Spælitíð til Brand

Føroyski landsliðsleikarin, Brandur H. Olsen spældi 10 teir seinastu minuttirnar fyri FCK í kvøld

 

Føroyski landsliðsleikarin, Brandur H. Olsen, ið var millum mest eyðsýndu føroysku leikararnar, tá Føroyar vann 1-0 á útivølli móti Grikkalandi, fekk í dag spælitíð fyri besta liðið hjá FCK.

 

Tað fekk hann, tá FCK í kvøld spældi steypadyst móti Greve á útivølli.

Brandur Hendriksson Olsen kom á vøllin, tá tíggju minuttir vóru eftir. Hann avloysti FCK liðskiparan, Thomas Delaney.

 

Hetta er aðru ferð, at Brandur H. Olsen fær spælitíð fyri besta liðið hjá FCK í einum týðandi dysti.

 

FCK vann annars dystin 3-0 móti Greve. Málskjúttar hjá FCK vóru Youssef Toutouh, Thomas Delaney og Yones Felfel.