Tá Tórshavnar Býráð í kvøld legði fram fíggjarætlan fyri 2014, var millum annað nevnt um komandi ætlanir, at miðbýurin skal gerast spennandi og at peningur er settur av til spælipláss til børn.
Miðbýurin savnar bæði ung og gomul, og hevur býarparturin stóran týdning fyri borgaran. Tí fer kommunan nú av álvara undir at skapa betri karmar fyri trivnaði og virksemi í miðbýin. Fyrsta stigið verður at gera eina miðbýarætlan. Tórshavnar kommuna hevur sett 9 mió. kr. av til hetta arbeiðið. Arbeitt verður við at skriva út hugskotskapping um miðbýin. Og umframt hetta verða allir borgarar eisini bodnir at senda inn hugskot og viðmerkingar, so miðbýarmenningin er rótfest í fólkinum, sigur Tórshavnar Býráð.
Ætlanin er at gera miðbýin til eitt livandi og spennandi býarrúm – eisini fyri børnini, og 2 mió. kr. eru settar av til spælipláss í miðbýnum.










