Spæliloyvini klár í Vági

Nú kunnu allir útlendingarnir hjá FC Suðuroy spæla við.

FC Suðuroy hevur til kappingarárið í ár styrkt seg við trimum útlendskum leikarum, men tað hevur ikki eydnast at fingið spæliloyvini upp á pláss hjá teimum til kappingarársbyrjan.


Til fyrsta dystin ímóti NSÍ var eingin teirra við, men í Klaksvík seinasta sunnudag var Christian Ibeagha úr Nigeria klárur at spæla, og nú er enn meiri at fegnast um í Vági.


Nú er nevniliga greitt, at Mamuka Toronjadze og Valerian Lobashvili úr Georgia kunnu vera við, tá ið grannarnir úr FC Suðuroy og TB bresta saman í Vági leygardagin.