Føroyska kvinnulandsliðið í borðtennis spældi í gjár seinasta dystin í HM-kappingini fyri lið í japanska høvuðsstaðnum, Tokyo. Tær tríggjar Henrietta Nielsen, Anna Mikkjalsdóttir og Durita F. Jensen eru væl nøgdar við avrikið, nú tað vísti seg, at tær endaðu nummar 77 út av 96 luttakandi londum.
Søgan hevur verið, at tær megnaðu at spæla seg víðari úr bólkaspælinum í 4. styrkislagi, sum er niðasta styrkislag í kappingini. Seks lond vóru í hvørjum bólki, og trý tey fremstu spældu seg víðari. Føroyar megnaðu at vinna sær 3. pláss eftir 3-1-sigur ímóti oyggjaleikalandinum Guernsey í seinasta umfari.
Í víðari spælinum, har spælt var um plássini 73 til 84, vann Føroyar fyrsta dystin 3-1 ímóti Sýria, men tapti síðani 1-3 ímóti Montenegro og fekk harvið eitt 77. pláss, sum má siga at vera nøktandi fyri eina pinkutjóð í HM-kapping við 96 luttakarum.
19 ára gamla Henrietta Nielsen, sum spælir við týska Flensborg TSB, var ikki óvæntað lyklaleikarin hjá Føroyum og vann sjey dystir. 15 ára gamla Durita F. Jensen vann tveir dystir, meðan eitt ár eldri Anna Mikkjalsdóttir ongan dyst vann, men tó var ógvuliga tætt við. Hetta var fyrstu ferð, at Durita og Anna vóru við í HM.
- Eg eri ógvuliga væl nøgd. Eg hevði ilt við at venja meg við tíðina og matin, og eg merkti tað bæði sálarliga og kropsliga, at eg ikki var har, sum eg skuldi. Men eg eri tó ógvuliga væl nøgd við at hava vunnið sjey dystir og bara tapt tríggjar, sigur Henrietta Nielsen við in.fo í kvøld.
Næsta uppgáva hjá kvinnu- og manslandsliðnum í borðtennis verður Arctic Open, sum verður spæld í Føroyum 16. - 18. mei. Luttakandi londini eru Føroyar, Ísland, Grønland og Hetland.