Ikki mong fótbóltsáhugað kring heimin høvdu hoyrt um David Ball hjá Fleetwood Town, sum spælir í triðbestu ensku deildini, áðrenn tey 10 nøvnini til Puskas Award vóru kunngjørd.
Puskas Award virðislønin verður latin til tað mest serliga ella spetakulera málið, sum skorað er í farna árinum.
29. mars í ár skeyt David Ball eitt ógloymandi vakurt mál frá langari fjarstøðu - eitt reint Puskas mál - í dysti ímóti Preston North End í League One, triðbestu deildini í Onglandi.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj sera vakra málið hjá David Ball, sum m.a. kappast við Lionel Messi hjá Barcelona um at hava skorað ársins mest serliga ella spetakulera mál í 2015.