Spælararnir hjá Barcelona grenja

Arsene Wenger leggur eftir spælarunum hjá Barcelona

Mynd: (Polfoto) Dani Alves(t.v) og Francis Coquelin úr Arsenal stríðast um bóltin

Arsenal tapti í gjár 2-0 á heimavølli móti FC Barcelona í fyrru 1/8 finaluni í Champions League. Lionel Messi skoraði bæði málini, men Arsene Wenger, venjari hjá Arsenal, helt lítið um atburðin hjá spælarunum hjá Barcelona.

Les eisini:Messi gjørdi av við Arsenal

-       Tá teir detta, so rópa teir. Allir sum ein. Teir royna at ávirka dómaran, har vóru eini tvey fríspørk, sum ikki vóru fríspørk. Vit taptu tó ikki orsaka av dómaranum, sigur Arsene Wenger, ið eisini heldur, at hansara menn vóru ógløggir í avgerandi løtunum.

-       Hetta er akkurát sum í fjør móti Monaco. Tá er eisini málleyst í fyrra dystinum, tá mótstøðu liðið skorar upp á mótálop. Vit hava tveir ella tríggjar møguleikar at steðga álopinum, sigur Arsene Wenger um málið hjá Lionel Messi til 1-0.

-       Tað, sum iðrar meg mest, er at eg kendi á mær, at vit høvdu ein møguleika at vinna dystin. Vit tapa dystin í einum tíðarskeiði, har vit eru nærri at vinna, og upp á eitt mótálop, sum vit vistu at vit ikki máttu geva teimum, sigur Arsene Wegner.

Venjarin hjá Arsenal metir nú, at tað er 95 prosent vist, at Barcelona kemur víðari. 