Spæla venjingardyst í Danmark

Útisetar hava møguleikan at síggja føroysku meistararnar á Amager næsta fríggjakvøld.

Meistararnir úr B36 fara í næstum til Gran Canaria á venjingarlegu, har teir fara at fyrireika seg til kappingarárið í Effodeildini, sum stendur fyri durum.


Leiðin gongur eisini framvið Danmark, og har hevur tað eydnast teimum at fingið ein venjingardyst í lag við eitt danskt felag.


Talan er um AB Tårnby, sum spælir í triðbestu donsku deildini. Dysturin verður spældur á Ugandavej á Amager næsta fríggjakvøld kl.18.45.