Spæla um bronsu í badminton

Oyggjaleikir: Fyrsta dystin tapti Magnus Dal-Christiansen ímóti einum av royndastu spælarunum á leikunum, Poul Le-Toc, sum er fyrrverandi parttíðar yrkisspælari, og hevur spælt úti í Europa. Le-Toc vann 2-0 (21-10, 21-8), men talan var um fleiri langar og slítandi duellir, so Magnus ger ein stóran innsats fyri liðið við at møða mótstøðumannin, ið skal spæla minst ein dyst aftrat.

Rannvá D. Carlsson vann sín dyst ímóti Eleinu Johnsson 2-0 við settmuninum 21-16 og 21-12. Serliga í tí seinna settinum var Rannvá sannførandi. Eleina Johnsson royndi at grenja ímóti føroysku áskoðarunum, og royndi at gera okkurt drál við støðuna 20-12 í tí seinna settinum, men lítið hjálpti.

Næst var tvímansleikur hjá monnum: Flóvin Skaalum Mikkelsen og Niklas Eysturoy ímóti Paul Le Tocq og Kevin Le Moigne. Paul Le Tocq og Kevin Le Moigne tóku fyrsta sett 21-17. Næsta settið tók Guernsey við 21-17. Guernsey er sostatt á odda 2-1.

Kristina Eriksen og Sólfríð H. Joensen spældu so tvímansleik hjá kvinnum ímóti Eleinu Johnsson og Gwen Lloyd. Fyrsta settið endaði 21-3 til Guernsey. Guernsey vann næsta settið 21-10, og harvið hálvfinaluna 3-1.

Føroyar møta Bermuda í bronsudystinum, og Isle of Man og Guernsey møtast í finaluni.