Seinnapartin verður tað hildið fram við 18. umfari í Effo-deildini. Fríggjakvøldið varð hol sett á umfarið, tá ið KÍ og B68 spældu málleysan javnleik í Klaksvík. Hetta var fyrsta stigið hjá B68 á útivølli í ár.
Í dag eru tríggir dystir á skránni, og umfarið endar í annaðkvøld, tá ið Víkingur fær vitjan av EB/Streymi.
Inntil fyri ikki so langari tíð síðani var tað undantakið, at ikki allir dystirnir vóru sunnudag klokkan 15. At tað ikki er soleiðis longur er dagurin í dag staðfesting av. Tað er bara á Argjum, at bólturin fer á rull klokkan 15. AB fær vitjan av ÍF.
Tá ið tveir dystir eru í høvuðsstaðnum sama dag, er annar seinni á degnum. Í dag er tað í Gundadali, at fyrsta bríksl er klokkan 17.15, tá ið B36 fær vitjan av NSÍ.
Høvuðsstaðarfeløgini eru partur av øllum trimum uppgerðunum í dag. Triði dysturin í dag er á Skála, har HB fer at vitja. Fyrsta bríkslið verður klokkan 17.15.
Í dag
Skála-HB: Petur Reinert kl. 17.00
B36-NSÍ: Lars Müller kl. 17.15
AB-ÍF: Jani Laaksonen úr Finnlandi kl. 15.00