Síðsti dystur í ársins landskapping verður klokkan 16 í dag. Jóhan Hendrik Ellefsen verður dómari í Runavík, har NSÍ fær vitjan av B36.
Hóskvøldið vann B36 2-0 á heimavølli ímóti Víkingi. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at B36 vann fulla úrtøku ímóti einum av hinum í ovaru hálvu, og sigurin bar við sær, at B36 í útgangsstøðu er betur fyri í kappingini um fjórða plássið, enn NSÍ er. B36 hevur 45 stig, og NSÍ hevur 44 stig.
Tað standa stórar upphæddir uppá spæl. Tað er rættiliga sannlíkt, at fjórða plássið ber knappar tvær milliónir í inntøku við sær. Fjórða plássið ber pláss í Europa næsta summar við sær, um liðið, sum endar á fimta plássið ikki fer at vinna steypafinaluna.
Tað vil siga, at vónin um Europa næsta summar verður ikki heit burtur hjá tí, sum í dag tapir kappingina um fjórða plássið, tí bæði NSÍ og B36 fara seinni í mánaðinum at spæla hálvfinalu í kappingini um løgmanssteypið.
Hjá NSÍ er Jóhan Troest Davidsen framvegis skaddur. Burtursæð frá Tórði Thomsen eru allir hinir NSÍ spælararnir tøkir.
Hjá B36 er tað ivasamt, um Sebastian Pingel er førur fyri at spæla, eftir at hann hóskvøldið varð skaddur ímóti Víkingi. Uros Stojanov og Martin Agnarsson eru tøkir aftur eftir at hava verið leikbannaðir. Hóskvøldið vóru fleiri av lyklaspælarunum hjá B36 ikki á vøllinum frá fyrsta bríksli. Tað var, tí teir fóru at vera leikbannaðir í dag, um teir hóskvøldið sóu gult.
Á summarmála vann NSÍ 4-2 á heimavølli ímóti B36, og 8. august endaði tað 1-1, tá ið NSÍ var gestur hjá B36.
Veðrið verður gott at spæla fótbólt við Løkina í Runavík seinnapartin. Tað vera tveir metrar um sekundið av norðri, tað verður turt, fimm hitastig, og tað kann væl vera, at sólin verður at síggja.
Koronastøðan ber við sær, at tað ikki er loyvt áskoðarum at møta upp við vøllin. Dysturin verður vístur á Rás3 hjá Televarpinum.