Spæla nýggja symfoni hjá Tróndi

Tróndur Bogason hevur skrivað sína fyrstu symfoni

Føroya Symfoniorkestur og Norðurlandahúsið hátíðarhelda í ár 40 ára stovningardagin. Í tí sambandi hevur orkestrið umbiðið symfoni frá tónaskaldinum Tróndi Bogasyni, sum verður framførd í Norðurlandahúsinum í kvøldd.

 

Hetta er fyrsta symfoniin Tróndur hevur skrivað. Kórið hjá Symfoniorkestrinum luttekur í symfoniini hjá Tróndi Bogasyni.

 

Tróndur Bogason er útbúgvin í tónasmíði á konservatoriunum í Keypmannahavn og í Den Haag. Hann hevur skrivað hópin av tónleiki fyri orkestur, kór og einstaklingar. Harafturat hevur hann arbeitt nógv saman við ymsum artistum innan rútmiska tónleikin, bæði sum framleiðari og útsetari.

 

Sum heitið á verkinum rør framundir, er talan í veruleikanum um tvær symfoniir, sum verða framførdar í senn. Tann fyrra, Symfoni nr.1, tekur støði í wienarklassiska stílinum við einum lívligum 1. satsi í A-dur, einum friðarligum 2. satsi, eini Scherzo og eini Finalu. Tónamálið er lutfallsliga wienarklassiskt við siðbundnum melodium, harmonikki og rútmum.

 

Symfoni nr. 2 er meira nútímans og er kanska í ein ávísan mun heldur ein antifoni enn ein symfoni. Soleiðis skilt, at hon í stóran mun dyrkar friðin og tað óbroytiliga heldur enn tað episkt dramatiska, ið vit ofta seta í samband við eina symfoni.

 

Talan er sostatt um tvey sera ymisk tónarúm, sum møtast og í felag skapa eitt triðja tónarúm, Symfoni nr. 1. og 2.

 

 Føroya Symfoniorkestur fær til hesa konsert eisini vitjan av viðurkenda italska violinleikaranum Francesca Dego, ið framførir Brahms violinkonsert.

 

Francesca Dego hevur vunnið sær stóra viðurkenning úti í heimi og er í dag ein av mest umbidnu violinleikarum á altjóða tónleikapallinum.

 

Høllin í Norðurlandahúsinum verður latin upp heilt inn í Klingruna, og sostatt verður konsertsalurin líka stórur sum hann er til nýggjárskonsertirnar.

 

Dirigentur verður Bernhardur Wilkinson.