Spæla kortini sunnudagin í Klaksvík

Veðurforsøgnirnar broytast støðugt, og nú verður dysturin millum KÍ og Víking kortini ikki fluttur

Í gjár skrivaðu vit, at dysturin millum KÍ og Víking í Effo-deildini skuldi flytast til leygardagin.

 

Hetta var eisini ætlanin, men nú er støðan ein onnur. Dysturin verður nevnliga spældur sunnudagin klokkn 15, soleiðis sum tað eisini stendur í upprunaligu kappingarskránni.

 

- Veðurforsøgnirnar broytast støðugt. Nú er líkt til, at veðrið verður betri sunnu- enn leygardagin, og so flyta vit ikki dystin. So mugu vit bara vóna, at veðrið heldur sær hampuliga skikkiligt, sigur Eyðun Thorgeirsson, næstformaður í KÍ við in.fo.