Spæla ikki á Svangaskarði

HB fer aftur í morgin inn á Svangaskarð

Bjarki Danielsen dómari gjørdi av, at tað ikki var ráðiligt at spæla á Svangaskarði í kvøld, og so varð dysturin millum B68 og HB útsettur til í annaðkvøld klokkan 18

Landskappingardysturin millum B68 og HB var ásettur at vera klokkan 18, men tað verður eingin dystur á Svangaskarði í kvøld.

 

Tað verður mett at vera ov nógvur vindur at spæla. Tí er dysturin útsettur til í morgin, mánadagin 8. apríl, tá ið fyrsta bríksl verður klokkan 18.00.

 

B68 - HB: Bjarki Danielsen kl. 18.00

 

Bjarki Danielsen dómari gjørdi av, at tað ikki var ráðiligt at spæla á Svangaskarði í kvøld, og so varð dysturin millum B68 og HB útsettur til í annaðkvøld klokkan 18