Mánadag klokkan 13.30 verður Vaglið í miðbýnum í Havn karmur um eitt sermerkt tiltak, tá ið skipað verður fyri gøtuhondbólti, har hondbóltsspælarar úr KIF Kolding København og Neistanum verða við.
Hetta er fyrstu ferð, skipað verður fyri gøtuhondbólti í Føroyum.
- Gøtuhondbóltur snýr seg um spæl, rørslu og um at geva børnunum eitt gott upplivilsi við bóltspæli, sigur John Rajani í BankNordik, sum tekur stig til tiltakið.
Øll kunnu vera við og tað snýr seg ikki um kapping ella um at finna vinnarar og taparar.
- Børnini fáa møguleika at royna seg í einum øðrvísi slagi av hondbóltsspæli og endamálið er at eggja øllum børnum at taka lut í ítrótti, uttan mun til førleikar og umstøður.
Tað verða donsku hondbóltsspælarunum úr Kolding og neistaleikarir, sum fara at leggja børnunum lag á at spæla við tí serstøka, bleyta grøna bóltinum, ið er sergjørdur til júst gøtuhondbólt.
Á tiltakinum fáa skúlabørn í 2. flokki í Tórshavnar kommunu, høvi at royna seg saman við frítíðarskúlunum.
- Harumframt verður eitt opið øki á Vaglinum, har øll, børn og vaksin, kunnu sleppa at royna seg saman við spælarunum frá KIF Kolding.
Umframt tiltakið á Vaglinum í Havn verður fyrilestur um gøtuhondbólt og hugsjónina, sum hetta byggir á, í Eysturskúlanum, mánakvøldið klokkan 19.
Aftaná fyrilesturin ber til at royna seg í gøtuhondbólti, men mikudagin verður eisini skeið í gøtuhondbólti fyri venjarum og starvsfólki á dagstovnum.