Spæla eitt umfar í tríggjar dagar

Tríggir teir fyrstu dystirnir í hesum umfarinum vera seinnapartin og í kvøld

Skipanin hjá Fótbóltssambandinum sigur, at tað í dag verður farið undir 19. umfar í landskappingini í bestu deildini. Støðutalvan sigur, at tað er rættiliga ymiskt, hvussu nógvar dystir eru avgreiddir, og at einki felag hevur spælt 18 dystir.

 

Tað eru dystirnir í Europa í summar og koronan, sum eru orsøk til, at tað eru nógvir dystir eftir at spæla av teimum, sum sambært upprunaligu skipanini áttu at havt verið spældir. Tí vera tað frá nú av og fram til kappingarendan, sum verður leygardagin 30. oktober, fleiri dystir mitt í viku.

 

Tann fyrsti verður nú mikukvøldið, tá ið HB og KÍ fara at spæla í Gundadali.

 

Í dag og í kvøld eru tríggir dystir, og í morgin verður ein dystur. Tað ber altso til at fylgja við fýra dystum hetta umfarið. Tað er ikki ofta, at tann møguleikin kemur fyri.

 

Tað er framvegis rættiligt summarveður. Hitin verður seinnapartin 11 – 12 stig, tað verður turt og sólarglottar í støðum, og vindferðin verður 2 – 4 metrar um sekundið av vestri og útnyrðingi.

 

 

 

Í dag

 

NSÍ – Víkingur: Rúni Gaardbo kl. 18.00

 

B68 – ÍF: Bjarki Danielsen kl. 16.00

 

TB – B36: Alex Troleis kl. 16.00

 

Í morgin

 

EB/Streymur – 07 Vestur: Dagfinn Forná kl. 15.00

 

Mikudagin

 

HB – KÍ: Alex Troleis kl. 18.00

 

17152066447
Víkingur171142351737
HB15103248933
NSÍ18855332629
B3617773301628
EB/Streymur16439143015
B68174310204615
07 Vestur174211205414
ÍF163310174112
TB1602147472